3/05/2009

Eitt sindur um meg sjálvan

Nú er tíðin so komin til at eg nokk má skriva eitt sindur um meg sjálvan. Eg eiti Uni, eri sekstan ár, og skrivi tað mesta av føroyska tekstinum á hesum blogginum, og eitt sindur av tí enska. Mær dámar væl tungumál, teldur, og at samskifta við onnur gjøgnum netið.

Eg og Miranda gjørdu av at gera hendan bloggin, eftir at hon ikki fann nakað tilfar á netinum, at læra seg føroyskt við. Har eru ymisk tíðindi og annað á netinum á føroyskum, men tað nyttar ikki nógv, um ein ikki skilur øll orðini, sum standa á har. Vit gjørdu so hendan bloggin, soleiðis at onnur eisini kunnu fáa nyttu burturúr honum.

Eg búgvi á næststørstu oynni í Føroyum, Eysturoy. Eg vaks partvís upp her, men flutti tó til Tórshavnar í eitt tíðarskeið uppá 2½ ár, men flutti aftur í 3. flokk. Eg arbeiði í løtuni á einum fiskavirki, í míni bygd, eftir lokna skúlagongd(9 ár). Mítt arbeiði ger, at eg fái nógva tíð at standa og hugsa, so kanska verður okkurt skriva á her, sum eg komi í tankar um, meðan eg arbeiði, -men sum oftast ikki, tí eg gloymi tað bara! :(

Eg vóni at hendan verkætlanin fer at eydnast væl! Higartil sær tað út til at gera júst tað, so takk fyri.. :)

---------------

By now I think I must write a little bit about myself. My name is Uni, I'm sixteen years old, and I am going to write most of the Faroese text on this blog, and a little bit of the English as well. I really like languages, computers, and to talk with people over the net.

Miranda and I decided to make this blog after she was unable to find good materials for learning Faroese online. There are some news sites and other things on the internet in Faroese, but it can be difficult to use them to learn, if one doesn't know all of the words in the articles. We made the blog for this reason, so that everyone can use it as she will.

I live in the second biggest island of the Faroes, Eysturoy. I grew up partly here, but I also spent two and a half years in Tórshavn. I work in a fish factory, in my village, after I quit school. While I work there, I have a lot of time to think, so I plan to think of things to write about here. Unfortunately, I often forget what I was planning to write about by the time I get home!

I hope that this endeavor will go well! So far it seems as though people are enjoying it. :) Thank you for reading!

No comments:

Post a comment