5/14/2009

ALS, ein hin besta skipanin í heiminum

Eg hoyrdi í tíðindunum í dag, at broytingarnar í ALS skipanini nú eru samtyktar. Og eftirsum at fíggjastøðan í heiminum er sum hon her, so skrivi eg stutt um broytingarnar her.. :P

Við broytingunum í ALS skipanini verður útgjaldið 80% av a-inntøkuni fyrsta árið, og loftið sett til 20.000 krónur um mánaðin, ímóti góðum 12.000 krónum áður. Annað árið lækkar útgjaldið niður í 75%, og loftið verður 18.750 krónur. Loftið verður væl betri enn í hinum Norðurlondunum. Loftið í Danmark er 17.000 krónur um mánaðin, og í øðrum Norðurlondum er tað uppaftur lægri.

Áðrenn broytingarnar rindaði ALS um 50 milliónir krónur út um árið, og hækka tær upp í einar 90 milliónir krónur aftaná broytingarnar. ALS(ArbeiðsLoysisSkipanin) hevði fyri einum 10 árum síðani hall, men hava spart í góðum tíðum, og eru nú klár at gjalda út aftur, nú heldur ringari tíðir eru. ALS hevur nú um 700 milliónir krónur á bók. Og arbeiðsloysið í mars 2009 var 3,4%(955 fólk, 554 mannfólk og 401 konufólk).


---------------------------------

ALS, one of the best systems in the world

I heard on the news today that the changes in the ALS system are now passed. And because of the Global Crisis is as it is, I'm going to write shortly about the changes here.. :P

With the changes in the ALS system, the "payment" will be 80% of the [income taxed at source] the first year, and the maximum wage DKK 20,000 a month, while it was around DKK 12,000 before. On the 2nd year of unemployment, the "payment" decreases to 75%, and the maximum wage will be DKK 18,750. The maximum wage will be better than in the other Northern Countries. The maximum wage in Denmark is DKK 17,000 a month, and in other Northern Countries, it's even less than that.

ALS paid out around DKK 50,000,000 a year, and will this number increase to around DKK 90,000,000 a year after the changes. ALS(the Unemployment System) had for around 10 years ago nothing, but have saved up in the good times, and are now ready to pay back out, now when worse times are(..?). ALS does currently have around DKK 700,000,000 "in the bank". And the unemployment rate in mars 2009, was 3,4%(955 people, 554 of them were men and 401 women).

1 comment:

  1. You think of unemployment in terms of the number of actual human beings... incredible...

    ReplyDelete